14.12.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar og Grønland hava víðkað avtaluna um fiskiveiðirættindi fyri 2017

Føroyar og Grønland hava víðkað avtaluna um fiskiveiðirættindi fyri 2017

Føroyar og Grønland hava í dag skrivað undir avtalu í Keypmannahavn um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2017. Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland er lítil í vavi, men aftur í ár hækkar javnvágin í avtaluni.

Broytingarnar í 2017 vera, at føroysk skip fáa størri kvotur av toski og svartkalva í grønlendskum sjógvi, meðan grønlendsk skip fáa betri møguleika at veiða svartkjaft í føroyskum sjógvi. Hetta fer at koma skipum, ið vanliga fiska botnfisk við Føroyar, til góðar.

Føroyskum skipum verður loyvt at fiska tilsamans 1.225 tons av toski við Eysturgrønland og 475 tons av brosmu. Talan er um eina øking á 400 tons av toski. Harumframt økist kvotan av svartkalva við 50 tonsum upp í 325 tons. Føroyar varðveita eina royndarkvotu eftir krabba við Eysturgrønland á 500 tons.

Føroyska svartkalvakvotan við Vesturgrønland verður verandi 100 tons eins og í 2016.

Grønlendska kvotan av svartkjafti í føroyskum sjógvi økist við 5.000 tonsum upp í 13.000 tons. Grønland fær harumframt atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru góð 7.000 tons. Grønlendskum skipum verður harumframt loyvt at fiska 2.500 tons av norðhavssild, og tað er óbroytt í mun til 2016.

Ætlanin undan samráðingunum var eins og í fjør at økja føroysku toskakvotuna undir Grønlandi, og tað hevur eydnast við at lata Grønlandi størri kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Tað vóru grønlendski samráðingarleiðarin, Emanuel Rosing, og føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, sum skrivaðu undir sínámillum avtalu um fiskiveiðirættindi fyri 2017. Samráðingarnar fóru fram á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.