14.09.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar og Noreg gjørt semju um makrelatgongd

Føroyar og Noreg gjørt semju um makrelatgongd

Føroyar og Noreg hava gjørt semju um makrelatgongd, sum fær gildi í morgin 15. september. Sambært semjuni kunnu føroysk skip veiða 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið eftir er av árinum. Somuleiðis kunnu norsk skip veiða sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi.

Londini eru harumframt samd um, at makrelur, sum er veiddur inni hjá hvør øðrum kann landast hjá hvør øðrum. Tó eru londini samd um, at makrelur veiddur eftir hesari semju skal seljast umvegis Norges Sildesalgslag.

Semjan, ið er orðað á nýnorskum, kann heintast her.