16.12.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um fiskirættindi fyri 2017

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um fiskirættindi fyri 2017

Føroyar og Noreg hava í dag skrivað undir avtalu um sínámillum fiskirættindi fyri 2017 eftir samráðingar í Oslo tann 15. og 16. desember. Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi hækkar nakað, og norska makrelkvotan í føroyskum sjógvi hækkar somuleiðis. Avtalan er á líknandi støði sum í fjør viðvíkjandi býti av kvotum, og atgongdin er eisini á líknandi støði.

Føroysk skip hava komandi ár loyvi at fiska 4.410 tons av toski, 1.025 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 200 tons av øðrum fiskasløgum í norskum sjógvi. Harumframt fáa føroysk skip atgongd at fiska 4.000 tons av toski og 350 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Russland og Føroyar, í norskum sjógvi.

Norsk skip fáa í 2017 loyvi at fiska 2.000 tons av longu og blálongu, 1.700 tons av brosmu, 567 tons av upsa og 800 tons av øðrum fiskasløgum í føroyskum sjógvi. Eisini fáa norsk skip eina kvotu av makreli í føroyskum sjógvi uppá 4.979 tons. Hendan kvotan kann eisini veiðast í norskum ella altjóða sjógvi. Harumframt fáa norsk skip atgongd at fiska 34.800 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2017.

Ein onnur broyting í avtaluni er, at teksturin viðvíkjandi Svalbard er broyttur, soleiðis at rættindi Føroya við Svalbard í framtíðini ikki fara at standa beinleiðis í sínámillum semjuni millum Føroyar og Noreg. Semja var millum partarnar um hetta. Føroyska toskakvotan við Svalbard í 2017 verður 1.814 tons og 437 tons av øðrum fiskasløgum, og tað er eitt vet lægri enn í fjør, samsvarandi heildarkvotuni.

Tað vóru Ingrid Vikanes, samráðingarleiðari hjá Noregi, og Andras Kristiansen, samráðingarleiðari hjá Føroyum, sum skrivaðu undir semju um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2017 fríggjadagin 16. desember í Oslo.