09.12.2020 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar og Noreg samd um fiskiveiðiavtalu fyri 2021

Føroyar og Noreg samd um fiskiveiðiavtalu fyri 2021

Føroyar og Noreg komu í gjár ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2020. Hóast serliga toskakvotan í norskum sjógvi hækkar munandi komandi ár, og Føroyar vóru sinnaðar at lata Noreg aftur fyri eina hækking av føroysku toskakvotuni, fekst ikki semja um broytingar.

Londini bæði vóru tí samd um, at býtið av kvotum landanna millum í 2021 verður tað sama, sum tað hevur verið í ár.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2021 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi verða tær somu í 2021 sum í 2020. Kvotan av longu og blálongu verður 2.500 tons, kvotan av brosmu 2.000 tons og kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 4.000 tons av toski og 350 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Hetta eru 600 tons meir enn í ár. Norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi hækkar við 4.800 tonsum upp í 34.800 tons.