30.11.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroyar og Russland gjørt avtalu fyri 2017

Føroyar og Russland gjørt avtalu fyri 2017

Føroyar og Russland skrivaðu týsdagin 29. november undir fiskiveiðiavtalu fyri 2017, eftir at samráðingar hava verið í Murmansk 28. og 29. november. Hetta var 40. fundurin í felags russisku-føroysku fiskivinnunevndini.

Mynstrið hevur vanliga verið, at Føroyar hava latið Russlandi uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi afturfyri botnfisk í russiskum sjógvi, og avtalan fyri 2017 er einki undantak.

Bert smávegis broytingar eru gjørdar í avtaluni fyri 2017. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi lækkar 170 tons, og hýsukvotan lækkar 200 tons. Allar aðrar kvotur verða óbroyttar í 2017. Orsøkin til broytingarnar er, at heildarkvotan av toski og hýsu í Barentshavinum lækkar í 2017, og tað hevur ávirkan á føroysku kvotuna.

Avtalan ber sostatt í sær, at Føroyar fáa 19.330 tons av toski og 1.800 tons av hýsu í russiskum sjógvi í 2016 umframt 900 tons av flatfiski og 5.000 tons av rækjum.

Russland fær hinvegin 81.000 tons av svartkjafti og 14.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2017 umframt hjáveiðu av í mesta lagi 10.000 tons av sild. Russland fær eisini atgongd at fiska part av svartkjaftakvotuni, sum Russland fær tillutað í altjóða sjógvi umvegis samtykt í NEAFC, í føroyskum sjógvi í 2017.

Tað vóru samráðingarleiðararnir, Sergey V. Simakov og Andras Kristiansen, ið  týskvøldið 29. november undirritaðu semju millum Russland og Føroyar um fiskiveiðirættindi í 2017.