11.03.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2022 eru ásettar

Føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2022 eru ásettar

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur eftir ráðførslu við Uttanlandsnevnd Løgtingsins í dag tikið avgerð um at áseta føroysku kvoturnar av svartkjafti og norðhavssild fyri 2022 eftir sama leisti sum undanfarin ár.

Føroyska svartkjaftakvotan fyri 2022 verður 267.431 tons samsvarandi 38,6 prosentum av strandarlandakvotuni á 692.826 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft í London 26. oktober í fjør.

Føroyska norðhavssildakvotan fyri 2022 verður 131.989 tons samsvarandi 22,05 prosentum av mest loyvdu veiðu á 598.588 tons, sum strandarlondini samdust um á árliga fundinum um norðhavssild í London 26. oktober í fjør.

Árni Skaale sigur, at nú tað er staðfest, at ongar samráðingar verða millum strandarlondini um nýggj býti av ávikavist svartkjafti og norðhavssild fyri 2022, tí at ætlanin er, at samráðingarnar nú skulu fevna um 2023, er tað týdningarmikið, at hesar kvotur verða ásettar og kunngerðirnar lýstar í næstum, til tess at vinnan kann fyrireika seg til fiskiskapin eftir hesum báðum fiskasløgum.