31.10.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fráboðan um møguleikar at flyta kvotu av uppisjóvarfiski frá 2017 til 2018

Fráboðan um møguleikar at flyta kvotu av uppisjóvarfiski frá 2017 til 2018

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur gjørt av, at tey, ið hava eginkvotu av norðhavssild í 2017, kunnu flyta upp til 25 prosent av síni kvotu til 2018. Talan er um ávikavist eginkvotur, sum eru tillutaðar sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og egnar árskvotur, ið eru keyptar á uppboði í 2017.

Landsstýrismaðurin hevur eisini gjørt av, at tey, ið hava egna árskvotu av svartkjafti, kunnu flyta upp til 10 prosent av egnu árskvotuni í 2017 til 2018. Avgerðin fevnir um ávikavist egnar árskvotur, sum eru tillutaðar sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap og egnar árskvotur, ið eru keyptar á uppboði í 2017.

Fyri at stuðla undir møguleikan at fiska av norðhavssildakvotuni í 2017, nú móttøkuorkan til matna á landi í Føroyum er skerd, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sent løgtinginum uppskot um at strika avreiðingargjaldið, ið er lagt á makrel og norðhavssild, um landað verður uttanlands ella til útlendskt móttøkuskip.

Talan er um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum verður send til hoyringar í vikuni. Í uppskotinum verður ásett, at avreiðingargjaldið verður tikið av við virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum.

Treyt fyri at avtaka avreiðingargjaldið og at loyva at partur av kvotu keypt á uppboði í 2017 kann flytast til at verða fiskað í 2018 er, at Løgtingið tekur undir við ætlaðu broytingunum.

Veiðigjaldið fyri kvotu, sum verður flutt frá 2017 til 2018, verður samsvarandi lóggávu um veiðigjald í 2018. Víst verður til uppskot til løgtingslóg um veiðigjald, sum verður sent til hoyringar í vikuni. Flutt kvota, sum er keypt á uppboði, verður ikki áløgd veiðigjald.

Avgerðin um at flyta kvotu frá 2017 til 2018 verður formliga staðfest í teimum kunngerðum, sum skipa fiskiskapin eftir ávikavist norðhavssild og svartkjafti í 2018. Fortreytin fyri flytingini er sostatt, at fiskivinnulóggávan í 2018 loyvir hesum. Lagt verður upp fyri hesum í uppskoti til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, eins og í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Rættindahavari kann í 2018 bert fáa útskriva fiskiloyvi til flutta kvotu, um hann lýkur tær tá galdandi treytir um at kunna fáa fiskiloyvi.

Fiskimálaráðið 31. oktober 2017