02.10.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fuglateljing og fiskivinnuroyndir fáa meira

Fuglateljing og fiskivinnuroyndir fáa meira

Fiskivinnuroyndir, fuglateljing og upplýsing um grind eru nøkur av økjunum, sum fáa hægri raðfesting á fíggjarlógini næsta ár.

Játtanin til fiskivinnuroyndir hækkar við einari millión krónum, stendur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum er lagt fyri tingið.

Hetta merkir, at tilsamans fimm mió. krónur eru til fiskivinnuroyndir komandi ár. Upphæddin til fiskivinnuroyndir hevur annars verið hægri, tí í 2020 vóru 6,5 mió. kr. settar av til endamálið, men í fjør var játtanin 4 mió. krónur.

Ymiskar verkætlanir

Pengarnir til fiskivinnuroyndir verða latnir sum stuðul til ymisk sløg av verkætlanum, bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar. Til dømis royndarveiða eftir fiskasløgum, menna tøkni til burðardyggan fiskiskap og kanningar/greiningar, sum leggja aftrat vitan um fiskivinnuna.

Fiskimálaráðið umsitur fiskivinnuroyndir og gevur tilsøgn um stuðul eftir tilmæli frá einum stýrisbólki, sum viðger umsóknirnar.

Av verkætlanum, sum hava fingið stuðul, kunnu m.a. nevnast víðarimenning av eini flakamaskinu, sum við nýggjari tøkni gevur størri úrtøku úr hvørjum fiskaflaki. Fiskivinnuroyndir hava eisini fíggjað royndum í tilgongdini at menna eina upsarist, sum skilir lítla upsan frá stóra upsanum, tá ið trolað verður.

Eisini er stuðul veittur til eina verkætlan, sum við DNA-slóðum í sjógvi kann siga mongd og slag av fiski í kannaða økinum og sum við tíðini vónandi kann mennast til at gera neyvari stovnsmetingar.

Tryggari fuglakanningar

Fuglateljingar fáa eisini hægri játtan næsta ár. Settar verða 200.000 krónur aftrat av til Fuglakanningarstøðina, og hetta merkir, at játtanin í 2023 verður 948.000 krónur.

Upphæddin, sum kemur aftrat, skal brúkast til at betra um trygdina hjá fuglafrøðinginum. Fuglakanningarstøðin er mannað við einum fuglafrøðingi í føstum starvi. Fremsta uppgávan hjá støðini er at gera kanningar av sjófuglameinginum í Føroyum og at kanna sambandið millum sjófugl og vistskipanir í havinum.

Grindaupplýsing

Játtanin til upplýsing um grind hækkar við 100.000 krónum og verður næsta ár 170.000 krónur. Upphæddin verður nýtt til at gera upplýsandi tilfar um grind og til luttøku í arbeiðinum hjá NAMMCO, sum er nevndin fyri samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norðuratlantshavi.

Játtanin verður eisini brúkt til at betra um grindarakstur og drápshátt og til verkætlan hjá NAMMCO at menna nýggjar fylgisveinasendarar til hval.