15.05.2025 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fundir um ferðsluviðurskifti við Sjóvar kommunu og Nes kommunu

Fundir um ferðsluviðurskifti við Sjóvar kommunu og Nes kommunu

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, var í vikuni og vitjaði Sjóvar kommunu og Nes kommunu saman við umboði fyri Landsverk. 

 

Í Sjóvar kommunu greiddi borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen, frá ynskinum um eina íbinding í landsvegin við Raktanga, sum kann vera við til at loysa ferðsluavbjóðingarnar gjøgnum bygdina. Semja var um at finna skilagóðar loysnir, ið gagna bæði kommununi og landinum. 

 

Í Nes kommunu vórðu ymisk mál umrødd; serliga um, hvussu landsvegakervið í kommununi kann gerast enn betri. Vegakervið hjá landi og kommunum skal virka sum ein heild, og semja var um at samstarva um ferðsluviðurskifti í Nes kommunu. 

 

 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, fegnast um tveir góðar fundir og sigur, at eitt neyvt samskifti og gott samstarv við kommunurnar hevur stóran týdning fyri at tryggja eitt gott samferðslukervi í landinum.