25.04.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hitt bretska fiskimálaráðharran

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hitt bretska fiskimálaráðharran

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur í dag verið á fundi við bretska fiskimálaráðharran George Eustice í London. Fundurin teirra millum er søguligur á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur fiskimálaráðharri hittir ein bretskan fiskimálaráðharra.

Á fundinum umrøddu Høgni Hoydal og George Eustice mál av felags áhuga landanna millum, nú Bretland fer úr ES.

Fiskimálaráðharrarnir báðir umrøddu eitt nú framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv millum Føroyar og Bretland og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland. Eisini viðgjørdu fiskimálaráðharrarnir samstarvið í Útnorðuri og Norðuratlantshavi annars.

Harumframt høvdu bretar stóran áhuga í at kunna seg um framtíðar fiskivinnuskipan í Føroyum og kemur bretsk sendinevnd í hesum sambandi til Føroya á vitjan í síðstu viku í juni at kunna seg um fiskivinnuskipanina.

Við fundarlok váttaðu fiskimálaráðharrarnir báðir fyri hvørjum øðrum, at Føroyar og Bretland eiga at fara undir eitt tætt og vælskipað samstarv millum londini um málini, sum vórðu viðgjørd á fundinum.