Kunngerð lýst, sum loyvir skipum at landa sild uttanlands fram til 22. november
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur í dag lýst broyting í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum loyvir skipum at landa sild uttanlands fram til 22. november 2023.
Sjófeingislógin ásetur, at øll veiða, undantikin 15%, hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum. Landsstýrismaðurin kann gera reglur, har loyvt verður í eitt ávíst tíðarskeið at landa uttanlands t.d. vegna vantandi móttøkuorku í háárstíð.
Í løtuni er støðan tann, at nógv føroysk skip eru til fiskiskap eftir sild, og skip hava ligið og bíðað eftir landingartørni. Grundað á hesa støðu hevur Dennis Holm, landsstýrismaður, tikið avgerð um at gera frávik frá galdandi áseting um, at allur fiskur skal landast í Føroyum. Sostatt verður loyvt, at føroysk skip fram til 22. november 2023 kunnu landa sild uttanlands.