25.01.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi lýst

Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi lýst

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur lýst kunngerðina um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi, sum er komin í gildi í dag 25. januar 2023.

Sambært kunngerðini kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fram til 30. apríl 2023 fiska 10.920 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.

Fram til og við 17. februar 2023 kunnu føroysk skip tilsamans landa í mesta lagi 8.190 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.

Eftir 17. februar 2023 er loyvt føroyskum skipum at landa tilsamans í mesta lagi 4.000 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.

Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi kann lesast her: Kunngerðablaðið A (kunngerdaportalur.fo)