06.02.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaðurin á vitjan á Akstovuni

Landsstýrismaðurin á vitjan á Akstovuni

Dennis Holm, landsstýrismaður, vitjaði fríggjadagin 3. februar á Akstovuni í Havn.

Andras Robertsson Marr, stjóri á Akstovuni, tók ímóti og greiddi frá virkseminum hjá Akstovuni og um ætlanir fyri komandi árini.

Virksemið á Akstovuni er fjølbroytt, og tey flestu okkara hava av og á, á okkara lívsleið, samband við Akstovuna, antin í samband við koyrikort til akfør, keyp ella sølu av akfari, til sýn við akfari og so framvegis.

Stjórin á Akstovuni greiddi frá, at eitt av nýbrotunum, sum liggur fyri framman, er, at koyrikortið verður talgilt umvegis Vangan.