05.10.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaðurin fingið handað Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli frá veðurmenningarbólkinum

Landsstýrismaðurin fingið handað Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli frá veðurmenningarbólkinum

Landsstýrið hevur raðfest stigvísa menning av føroyskari veðurtænastu. Fyri 2017 var soleiðis ein løgujáttan upp á 0,5 mió. kr. til dagføring og útbygging av neyðugari útgerð kring oyggjarnar, og í 2018 var játtanin hækkað við 400 tús. kr. til at menna eina føroyska veðurtænastu. Við hesum var ítøkiligt stig tikið til at seta niður ein arbeiðsbólk at gera eina ætlan um dagførda, útbygda og nøktandi veðurtænastu í Føroyum. Hesin arbeiðsbólkur, ið kallar seg “veðurmenningarbólkurin” varð settur í mai 2018, og í honum eru:

Rúnar Alix Rasmussen, veðurfrøðingur, MSc

Hanus Kjølbro, veðurkønur, Sjónám

Bárður A. Niclasen, lektari í alisfrøði, Ph.D., Fróðskaparsetrið

Andras M. Poulsen, tilbúgvingarsamskipari, Fiskimálaráðið

Jóannes Heimustovu, samskipari, Vørn

Arbeiðsbólkurin hevur sostatt arbeitt nakrar mánaðir og er nú komin við eini ávegis frágreiðing við einum fyribils tilmæli til landsstýrismannin.

Veðurmenningarbólkurin heldur áfram við arbeiðinum alt árið og væntandi eisini komandi ár.

Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli sæst her.

Øll eru vælkomin at skriva til veðurmenningarbólkin, um tey hava eitt gott hugskot, viðmerkingar ella spurningar: https://vedur.fo.

Nøkur brot úr “Ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli frá veðurmenningarbólkinum”

Vit hava nú arbeitt í nakrar fáar mánaðir, og sjálvir meta vit í bólkinum, at arbeiðið gongur gott og undirtøkan, og stuðulin hevur verið stórur. Serstakliga er tað positivt, at tað finnast fólk í Føroyum við røttu útbúgving og áhuga/ágrýtni, so møguleiki er at seta veðurfrøðingar/veðurkøn í starv, so eitt munagott stig kann takast fyri at fáa eina dagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu.

Hetta er bert ein ávegis frágreiðing og fyribils tilmæli. Men hóast fleiri viðurskifti kunnu og skulu kannast meira gjølla, er støðan longu nú so greið, at vit meta, at hetta tilmæli neyvan verður broytt avgerandi í einari seinni frágreiðing við tilmæli í des. 2018, men neyvari í støðum. Niðurstøðan er, at tað er stórur tørvur á einum betri veðurstovni, og vit vóna, at tað nú veruliga verður settur skjøtul á til gagn fyri tað føroyska samfelagið.

.....

Uppskotið um yvirtøku av veðurtænastuni varð viðtikið í 2008, og formliga varð veðurtænastan yvirtikin frá DMI 1. apríl 2009. Í lógini um yvirtøku av veðurtænastuni stendur m.a.: “.. Sum frálíður er ætlanin at víðka virksemið við tveimum veðurfrøðingum, og verður samlaði kostnaðurin hjá landinum av veðurtænastuni tá mettur at verða kr. 6,0 mió..”.

Veðurtænastan er nú ein partur av Vørn og hevur eina rakstrarjáttan uppá kr. 4,8 mió. kr. árliga. Sum er starvast eingin veðurfrøðingur í Føroyum og veðurforsagnir v.m. verða keyptar frá danska veðurstovninum, DMI, fyri uml. 1,9 milliónir um árið.

....

Viðvíkjandi navn fyri eina útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu meta vit at “Veðurstovan” ella ”Veðurstova Føroya” er gott og samsvarar við Havstovan, Umhvørvisstovan, Hagstovan, Búnaðarstovan o.fl. og eisini Veðurstofa Íslands.

Bygnaðarliga meta vit, at tað ikki er grundarlag og heldur ikki neyðugt at gera ein nýggjan sjálvstøðugan stovn, men at “Veðurstovan” verður ein partur av øðrum stovni – ein deild. Tað verður mett, at Fróðskaparsetrið og Havstovan ivaleyst eru teir stovnur, har mest samvirkanarárin ella synergi er viðvíkjandi gransking og kanningum, soleiðis at betri møguleikar eru at troyta tilfeingið og førleikarnar.

Vit hava havt fund við Vørn og fingið frágreiðing um, at teir við eini løgujáttan í 2017 og sparingar av lønarupphædd hava fingið veðurstøðirnar kring landið dagførdar og sett upp tvær nýggjar veðurstøðir, á Eiði og Borðuni, so tað nú eru 6 veðurstøðir í Føroyum. Mátingar síggjast á vedrid.fo

Á veðurstøðini á Boðanesi eru gjørdar stórar ábøtur á ognina, so hon nú er í rættiliga góðum standi. Mett verður, at við núverandi upphædd á 4,8 mió. kr. árliga, er møguleiki at reka núverandi skipan við 6 veðurstøðum, einari radiosondustøð á Boðanesi, avtalu við DMI ella annan veðurstovn v.m.

Vit hava havt samskifti og fund við DMI um endurskoðan av sáttmálanum, soleiðis, at tað verður møguleiki at gera veðurforsagnir her í Føroyum á sama hátt sum á DMI, og at menna granskingararbeiðið t.d. við veðurmodellum, downscaling. Seinni í heyst fara vit at kanna møguleikarnar í øðrum norðurlendskum veðurstovnum. Vit meta, at ein nýggjur sáttmáli við DMI ella annan veðurstovn í fyrstu atløgu ivaleyst verður á sama kostnaðarstigi sum nú, men vit vænta, at sum frá líðir, er møguleikin at gera sparingar her.

Fyri at fáa ein dagførdan veðurstovn verður neyðugt við nøkrum veðurfrøðingum og útreiðslur til servara-teldur og/ella mini-super-teldur v.m. Harumframt eru ynski um fleiri mátingar kring landið, bæði til kanningar og tilbúgving – og her eru serliga veðurradari av stórum týdningi so tyrluflúgvingin kann gerast betri og tryggari.

Vit hava gjørt eina fyribils meting av eini møguligari rakstrarætlan fyri komandi ár, og tað verður fyribils mett, at við eini meirupphædd uppá góðar 3 mió. kr., frá einari árliga upphædd á 4,8 mió. kr. til umleið 8 mió. kr., er møguleiki at fáa eina dagførda, útbygda og nøktandi føroyska veðurtænastu við betri og meira álítandi veðurforsagnum fyri allar Føroyar og føroysk áhugaøki, betri miðling og luttøku í kanningum og granskingum av veðri, veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild.

Tað skal viðmerkjast, at her er ikki roknað við einari krevjandi vaktarskipan sum 24-7-365, men meira 12-7-365 og til byrjan 12-5-250 - so eykavakt um veðrið ella onnur viðurskifti krevja tað. Um stovnurin skal hava vaktarskipan alt døgnið verður leysliga mett, at samlaði árligi kostnaðurin so verður uml. 10. mió. kr.