30.05.2025 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjað Tavuna í Leirvík

Landsstýrismaðurin vitjað Tavuna í Leirvík

Í dag vitjaði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, Tavuna, har Joen Magnus Rasmussen, stjóri, Nicolas Stauss, virkisleiðari, og Jóhan Mortensen tóku ímóti og greiddu frá virkseminum og framleiðsluni á virkinum.

 

Virksemið byrjaði í 1994, og serligur dentur varð lagdur á framleiðsluna av gulllaksi, sum øll árini hevur verið álitið og fíggjarligi grundvøllurin undir virkseminum. Eisini varð komið inn á, hvussu tað miðvíst hevur verið arbeitt við at menna framleiðsluna av vørum úr sild og brislingi, sum tað er góður marknaður fyri. Nakað hevur og verður framvegis gjørt fyri at menna framleiðslurnar úr makreli.

 

Virkið hevur seinastu árini keypt brisling frá bátum í bólki 5 og virka hendan til matna. Framleiðslan av sild og brislingi verður gjørd í samstarvi við góðar samstarvsfelagar í Svøríki. Eisini hevur virkið virkað rogn og makrel.

 

Fyrstu árini bleiv virkisbygningurin hjá fyrrverandi flakavirkinum Frost í Leirvík leigaður til endamálið. Í 1997 vórðu bygningarnir keyptir, og virksemið hjá Tavuni er enn á sama staði.

 

Tað er sera jaligt, at tað, umframt tey stóru virkini, eisini ber til at hava smærri virkir kring landið, sum leggja seg eftir at framleiða minni nøgdir til ser-marknaðir, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður. Ongin ivi er um, at ein fyritøka sum Tavan, sum hevur sítt virksemi í Leirvík, hevur stóran týdning fyri nærumhvørvið, sigur landsstýrismaðurin.