26.05.2025 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjaði Framherja í Fuglafirði

Landsstýrismaðurin vitjaði Framherja í Fuglafirði

Hósdagin í síðstu viku vitjaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, reiðaríið Framherja í Fuglafirði. Endamálið við vitjanini var at fáa kunning um virksemið hjá Framherja og at hoyra um framtíðarætlanirnar hjá felagnum.

 

Anfinn Olsen og Elisabeth D. Eldevig tóku ímóti landsstýrismanninum saman við yngra ættarliðinum í fyritøkuni, og greiddu tey frá, hvussu Framherji rekur sín flota av fiskiskipum, sum fevnir um bæði línuskip og uppsjóvarskip. Reiðaríið hevur sjey skip, sum fiska uppsjóvarfisk, botnfisk og rækjur í føroyskum og altjóða sjógvi.

 

Landsstýrismaðurin fegnast um møguleikan at vitja Framherja og at fáa eitt betri innlit í gerandisdagin hjá einum av týðandi aktørunum í føroysku fiskivinnuni. Hann leggur dent á týdningin av einum opnum samstarvi millum vinnuna og myndugleikarnar fyri at tryggja eina burðardygga og kappingarføra fiskivinnu.