03.11.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Lóg um tilfeingisgjald løgd fram í dag og send til hoyringar

Lóg um tilfeingisgjald løgd fram í dag og send til hoyringar

Høgni Hoydal leggur í dag fram lógaruppskot um veiðigjøld fyri rættindi at fiska. Lógaruppskotið verður sent til hoyringar hjá viðkomandi pørtum samstundis, sum tað verður lagt fyri Løgtingið.

Lógin leggur í stuttum upp til, at tey, sum hava atgongd at veiða av føroyskum rættindum, skulu gjalda eitt tilfeingisgjald fyri tann serliga høga vinning, sum atgongdin til fiskiskapin kann geva.

Tann serliga høgi vinningurin verður útroknaður frá seinastu roknskapartølunum hjá flotanum býtt á bólkar fyri at staðfesta, hvussu stórur samlaði vinningurin er, og hervið eisini, hvussu stórur tann serliga høgi vinningurin er fyri hvønn bólk og fiskiskap.

Tá ið gjørt verður upp, hvat serliga høgi vinningurin er í ymsu bólkunum, verða rakstrarkostnaðir og harundir veruligu útreiðslurnar til hýrur drignar frá.

Tann serliga høgi vinningur í prosent av søluvirði pr. fiskaslag verður so gjaldið fyri komandi árið. Øll, sum eru í sama bólki, skulu gjalda tað sama gjaldið fyri kilo, soleiðis at tað loysir seg at fáa sum mest burturúr hvørjum kilo í landingarvirði.

Í hesum uppskoti verður vinningur yvir 10 prosent av søluvirðinum roknaður sum serliga høgur vinningur. Av hesum serliga høga vinningi verða 70 prosent ásett sum veiðigjald.

Harumframt verður veiðigjaldið tillagað, um uppboðssøla hevur verið av fiskaslagnum. Uppboðssøluprísurin ávirkar veiðigjaldið í mun til, hvussu nógv verður bjóðað út av ávísa fiskaslagnum.

Lógin kemur ikki at virka fult út fyrrenn í 2020, og verður eitt fyribils gjald sett á í 2018 og 2019 sum partur av avreiðingarvirðinum.

Heimaflotin, t.e. trolarar, línuskip og útróðrarbátar, ið veiða botnfisk, koma sambært uppskotinum og útrokningunum ikki at gjalda veiðigjald í 2018 og 2019.

Tá ið lógin hevur verið til hoyringar, verða hoyringssvarini viðgjørd og møguligar tillagingar gjørdar.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Fiskimálaráðið.