24.10.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Lýsing eftir umsóknum

Lýsing eftir umsóknum

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Sambært stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir eru hesi øki raðfest:

  • Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum

  • Burðardyggur fiskiskapur

  • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Fyri 2024 er avgjørt, at serligur dentur verður lagdur á verkætlanir innan burðardygd, góðsku á ráfiski og virðisøking. Bert verkætlanir, sum enda innan ársskiftið 2024/2025, verða viðgjørdar.

Serligur dentur verður lagdur á, at:

  • vinnan tekur lut í verkætlanini

  • eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest

  • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands

  • at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kunnu væntandi luta út 5,0 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.

Umsóknir skulu vera Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. desembur 2023, kl. 12:00.

Verkætlanir, sum áður hava fingið játtaðan stuðul, og sum vara meir enn eitt ár, skulu senda nýggja umsókn á hvørjum ári sambært teimum treytum, sum ásettar eru í játtanarskrivinum.

Meira fæst at vita:
Stevna, umsóknarblað, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo

Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum.

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2024.

Símun Grønadal, fulltrúi   
fartel.: 22 22 58

Umsóknir skulu sendast talgilt til: fisk@fisk.fo.