12.02.2024 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Lýsing eftir verkætlanum

Lýsing eftir verkætlanum

Í kunngerð nr. 5 frá 8. februar 2024 um veiðu eftir makreli í 2024 er ásett, at 1.500 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli í 2024.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn. Umsóknarfreistin er kl. 12.00 fríggjadagin 1. mars 2024.

Umsóknarblað fæst her.

Kunngerð nr. 5 frá 8. februar 2024 um veiðu eftir makreli í 2024 sæst við at trýsta her.

Eins og áður (fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft) verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Upplýsast skal eisini, hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður á landi eisini. Er talan um at fiska til matna og ídnað á sama túri, er fyrimunur, at fiskifar hevur egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu, latin til matna, kann fara til ídnað.