11.05.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Makrelsamráðingar hava verið í London hesa vikuna

Makrelsamráðingar hava verið í London hesa vikuna

Hesa vikuna hava samráðingar verið í London millum strandarlondini um at býta makrelin av nýggjum.

Fundir hava verið í dag og í gjár, har ein framtíðar makrelsemja hevur verið viðgjørd. Serliga viðgjørdu londini, hvussu vísindaliga makrelfrágreiðingin skal tulkast sum grundarlag undir krøvunum og longdina av einari framtíðar makrelsemju. Í hesum sambandi vóru londini samd um at miða eftir eini semju um makrelbýtið í seinasta lagi til ársfundin í oktober mánaði.

Strandarlondini gjørdu av at hittast aftur til samráðingar 8. og 9. juni og 22. og 23. juni í London.

Á samráðingarumfarinum 8. og 9. juni, sum verður tað fjórða í røðini, síðani londini byrjaðu tilgongdina í Tórshavn í september mánaði í fjør, fara londini at leggja fram síni krøv viðvíkjandi makrelbýtinum.

Luttakandi londini eru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg.