14.12.2021 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Marita Rasmussen nýggjur stjóri á Havstovuni

Marita Rasmussen nýggjur stjóri á Havstovuni

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Maritu Rasmussen í starvið sum stjóri á Havstovuni.

Marita Rasmussen er 54 ára gomul. Hon er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærda háskulanum í Tromsø og master í leiðslu á Robert Gordon University í Aberdeen.

Seinastu 14 árini hevur Marita starvast sum stjóri í Vinnuhúsinum. Áðrenn tað hevur hon starvast innan føroysku fiski- og alivinnuna. Marita hevur javnan luttikið og virkað innan føroyska granskingar- og menningarøkið.

Marita Rasmussen byrjar í starvinum sum stjóri á Havstovuni eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran.