22.02.2024 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Marjun Weihe Thomassen sett sum virkandi stjóri á Landsverki

Marjun Weihe Thomassen sett sum virkandi stjóri á Landsverki

Sigurd Lamhauge hevur sagt seg úr starvi sum stjóri á Landsverki. Í hesum sambandi hevur Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið tikið avgerð um at seta Marjun Weihe Thomassen, fíggjarleiðara á Landsverki, sum virkandi stjóra, inntil starvið er sett av nýggjum.

Farið verður beinanvegin undir at fyrireika eina tilgongd at seta nýggjan stjóra á Landsverki.