08.02.2019 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Menningarkvotur 2019

Menningarkvotur 2019

Lýst verður nú alment eftir umsóknum til menningarkvotu.

Tøka nøgdin av menningarkvotu at søkja um í 2019 er:

  • 11.711 tons av svartkjafti
  • 3.159 tons av makreli
  • 4.695 tons av norðhavssild

Freistin at søkja er hósdagin 28. februar 2019 kl. 15.00.

Umsókn um menningarkvotu skal sendast til Fiskimálaráðið, Yviri við Strond 15, Postrúm 347, 110 Tórshavn ella á fisk@fisk.fo.

Ein umsókn um menningarkvotu skal sum minstamark hava hesar upplýsingar:

  1. Umsóknin skal lýsa í hvørjum øki ella økjum í landinum menningarætlanin verður framd.
  2. Umsóknin skal nágreiniliga lýsa eina vinnuliga menningarætlan í ávísum øki ella økjum í landinum, sum menningarkvotan skal nýtast til.
  3. Umsóknin skal lýsa, hvørja nøgd av fiskaslagnum ella nøgdir av fiskasløgum søkt verður um og fyri hvat áramál.
  4. Umsóknin skal lýsa, hvussu menningarætlanin, ið kvotan skal nýtast til, kann skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur í ávísa økinum ella økjunum í landinum.
  5. Umsóknin skal lýsa virkisætlan og fíggjarætlan og ymsu tættirnar í menningarætlanini, harundir hvussu kvotan er ætlað at verða nýtt og virðisøkt frá veiði til hagreiðing, virking, sølu, marknað o.a.

Menningarkvota kann latast fyri 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár. Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ¼ av tonsunum latast fyri 1 ár.

Metingarnevndin, ið viðger og ger tilmæli um at játta menningarkvotu, kann seta seg í samband við umsøkjara við umbøn um fleiri upplýsingar ella annað tilfar enn tað, ið latið er við umsóknini.

Menningarkvotur kunnu eftir umsókn játtast til persónar og feløg, ið lúka treytirnar um ognarviðurskifti og at vera heimahoyrandi í Føroyum, sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi. Sí § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi frá 18. desember 2017.

Ásetingar um virkisøki, menningarkvotu, mannagongd, treytir og Metingarnevnd eru lýstar í kunngerð nr. 7 frá 7. februar 2019, sum sæst á www.kunngerdaportalur.fo.

Er tørvur á nærri upplýsingum, ber til at venda sær til Fiskimálaráðið, Hera Joensen, fíggjarleiðara, telefon 55 32 12 / heri.joensen@fisk.fo ella Hans Ellefsen, ráðgeva, telefon 55 32 46 / hans.ellefsen@fisk.fo.