29.12.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

MEST skal prosjektera nýggjar ferjur til Strandferðsluna

MEST skal prosjektera nýggjar ferjur til Strandferðsluna

Skipasmiðjan MEST fer at prosjektera tær báðar ferjurnar, ið Strandferðslan fer undir at byggja í 2025 og frameftir. Fyri tørni fyrst stendur Kalsoyarferjan og síðani ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.

- Vit hava valt at prosjektera ferjurnar í senn, so at skipaslag, tilfar og útgerð koma at líkjast sum mest, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Prosjekteringin tekur níggju mánaðar, og byggingin verður boðin út á heysti 2024. Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum fegnast um tilgongdina: - Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, sigur landsstýrismaðurin.

Fýra veitarar blivu bodnir við til undangóðkenning, og tveir lótu tilboð inn. Av hesum metti Strandferðslan tilboðið frá MEST at vera tað besta.

- Tað er við góðum treysti og hugi, at vit fara í gongd við at prosjektera hesar ferjurnar fyri Strandferðsluna, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.