18.01.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Móttøka í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum

Móttøka í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum

Týsdagin 17. januar var móttøka í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum fyri Dennis Holm, nýggja landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Elin Mortensen, settur aðalstjóri í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, beyð vælkomin, og síðani bar landsstýrismaðurin fram røðu. Dennis Holm, landsstýrismaður, vísti í røðu síni á, at bæði fiskivinna og samferðsla hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið, og at landsstýrismaðurin, saman við dugnaligu og royndu starvsfólkunum í ráðnum, gleðir seg til uppgávuna at vera í tænastu hjá Føroya fólki - kring alt landið.

Á móttøkuni takkaði landsstýrismaðurin eisini undanfarna landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Árna Skaale, fyri tíðina. Harumframt bar landsstýrismaðurin eisini fram takkarkvøðu til Rógva Reinert, sum, eftir 17 ár í starvi sum aðalstjóri, fer í starv sum ráðgevi hjá landsstýrinum.

Elin Mortensen, aðalstjóri, beyð vælkomin.

Elin Mortensen, aðalstjóri, beyð vælkomin.

Nógv fólk nýttu høvi at koma á gátt í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.

F.v. Árni Skaale, undanfarni landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Rógvi Reinert, fráfarni aðalstjóri segði eisini nøkur orð.