30.08.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur í Shediac, Kanada 28-30. august 2017

Norðuratlantiskur fiskimálaráðharrafundur í Shediac, Kanada 28-30. august 2017

Fyri 22. ferð hevur fundur verið millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi.

Hesaferð var tað Kanada við Dominic LeBlanc fiskimálaráðharra, sum var vertur. Londini umframt Kanada, ið luttóku, vóru Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Russland og Noreg.

Høvuðsevnið á fundinum var: “Marine Conservation Targets: How do we get there?” – Hvussu lond seta í verk ætlanir um at verja havøkir.

Fiskimálaráðharrarnir ásannaðu týdningin av at verja viðbrekin havøki til tess at skapa grundarlag fyri burðardyggum fiskiskapi og umsiting av havumhvørvinum. Í hesum sambandi varð undirstrikað, at rannsóknirnar eiga at umfata vistskipanir, soleiðis at tær bæði fevna um fiskastovnar og umhvørvið sum heild. Hesi viðurskifti eru hornasteinar undir ábyrgdarfullari umsiting og nýtslu av havsins tilfeingi.

Høgni Hoydal hevði framløgu vegna Føroyar. Hann legði dent á rættin hjá tjóðunum at veiða alt livandi tilfeingi í havinum burðardygt, og at dagsskráin um at verja havøki ikki eigur at hava sum endamál at avmarka burðardyggari veiði, men at styrkja varandi gagnnýtsluna av havsins tilfeingi.

Ráðharrarnir góvu lyfti um at halda fram og at menna vísindaliga samstarvið landanna millum.

Óskipaður, ólógligur og ikki fráboðaður fiskiskapur varð eisini umrøddur á fundinum. Ráðharrarnir ásannaðu, at í altjóða høpi er hesin fiskiskapur ein hóttan ímóti burðardyggum fiskiskapi og lógligum handli við fiski og fiskavørum. Ráðharrarnir løgdu dent á, at átøk at forða slíkum ólógligum fiskiskapi skulu verða sett í verk samsvarandi altjóða ásetingum.

Í sambandi við ráðstevnuna nýtti Høgni Hoydal, landsstýrismaður høvi at hava sínámillum fundir við ráðharrarnar úr teimum einstøku londunum:

  • Ilya Shestakvo, ráðharri við ábyrgd fyri fiskivinnu, Russland
  • Karl-Christian Kruse, landsstýrismaður, Grønland
  • Karmenu Vella, fiskivinnukommiserur, ES
  • Dominic LeBlanc, fiskimálaráðharri, Kanada
  • Thorgerður Katrín Gunnarsdóttir, fiskimálaráðharri, Ísland
  • Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, Føroyar
  • Arne Benjaminsen, aðalstjóri í fiskimálaráðnum, Noreg

Á hesum fundum vórðu áleikandi mál og tvílanda samstarv millum Føroyar og hvørt landi sær viðgjørd.
Niðurstøðan á fundinum (Communiqué) kann lesast her