Nú kemur nýggja prísskipanin hjá Strandfaraskipum Landsins
Tey, sum búgva á oyggjunum og bert hava sjóvegis samband til meginøkið, skulu fáa ein lætta. Tey, sum bert nýta Sam, Sildberan og hini strandfaraskipini viðhvørt, kunnu gjalda eitt sindur meir. Strandfaraskip Landsins fer at taka meira inn frá útlendskum ferðafólkum enn frá fastbúgvandi føroyingum. Hesir eru grundtankarnir í nýggju prísskipanini, sum kemur í gildi eftir ársskiftið, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Arbeiðið, við at endurskoða prísskipanina hjá Strandfaraskipum Landsins fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum, og at endurskoða prísir fyri útlendsk ferðafólk, er nú komið á mál, og eftir ársskiftið verður nýggj prísskipan sett í verk.
Ítøkiliga merkir hetta, at ein lágur prísur verður fyri tey, sum búgva í oyggjum, har sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins sigla til og frá, meðan prísurin fyri aðrar føroyingar, sum brúka hesar leiðir, verður eitt sindur hægri. Útlendsk ferðafólk koma at gjalda nakað meiri enn føroyingar. Hetta er sami leistur, sum prísirnir við tyrluni hjá Atlantic Airways eru skipaðir eftir, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Samleikakortið og einvegis ferðaseðil
Tá nýggja prísskipanin er sett í verk, verður Samleikakortið hjá Talgildu Føroyum brúkt fyri at skyna ímillum oyggjabúgvar, aðrar føroyingar og útlendsk ferðafólk, tá ferðaseðlar verða keyptir.
Ein onnur broyting er, at frá 1. januar 2024 verður ferðaseðilin ein einvegis ferðaseðil, og ikki sum í dag, har ferðaseðilin á oyggjaleiðum er ein “aftur-og-fram” ferðaseðil.
Prísskipanin hjá Bygdaleiðum eisini broytt
Prísskipanin hjá Bygdaleiðum verður eisini dagførd. Hetta arbeiðið er ígongd, og verður nýggja prísskipanin hjá Bygdaleiðum ætlandi eisini klár at seta í verk eftir ársskiftið.
Fáa somu sømdir
Hóast skilt verður ímillum oyggjabúgvar og aðrar føroyingar, so kunnu fólk í øðrum pørtum av landinum, sum hava fulltíðarstørv á oyggjunum, søkja um at fáa sama prís sum oyggjabúgvar, og fáa á tann hátt somu sømdir sum oyggjabúgvar.
Føroysk lesandi uttanlands fáa eisini, við at vísa galdandi lestrarkort, somu sømdir sum føroyingar, tá tey ferðast við oyggjaleiðum og bygdaleiðum.
Nýggj prísskipan og nýggjar tíðir
Nýggja prísskipanin er tekin um nýggjar tíðir hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður. Vanliga verður bara hugt eftir útreiðslunum hjá Strandfaraskipum Landsins og í lítlan mun eftir inntøkunum. Men við einari vaksandi ferðavinnu, sum eisini setur økt krøv, so hevur tað eisini týdning at hyggja eftir prísbygnaðinum – og kann eitt vaksandi inntøkugrundarlag frá ferðavinnuni eisini leggja lunnar undir betri tænastur, sum fólk kring alt landið eisini fáa ágóðan av, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Yvirlit yvir nýggju prísskipanina sæst her.