17.09.2019 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum tikið við

Nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum tikið við

Í dag týsdagin 17. september var fyrsti arbeiðsdagur hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu í Fiskimálaráðnum, har starvsfólkini fingu høvi at heilsa uppá nýggja landsstýrismannin og ynskja honum vælkomnum.

Somuleiðis var Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum hjástaddur og nýtti hann høvi at ynskja Jacob Vestergaard góða eydnu í nýggja starvinum.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum flutti fram stutta røðu og ynskti nýggja landsstýrismanninum vælkomnum og greiddi frá, at starvsfólkini í Fiskimálaráðnum stóðu landsstýrismanninum til tænastu. Somuleiðis nýtti aðalstjórin høvi vegna starvsfólki at takka Høgna Hoydal fyri tíðina og gott samstarv.