07.01.2022 · Fiskimálaráðið

Nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum
1 / 4

Í gjár, tann 6. januar 2021, varð nýggjur landsstýrismaður settur í starv.

Í dag hevði nýggi landsstýrismaðurin, Árni Skaale, sín fyrsta arbeiðsdag í Fiskimálaráðnum. Í hesum sambandi varð skipað fyri samkomu, har starvsfólk nýttu høvi at ynskja landsstýrismanninum vælkomnum.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum flutti fram røðu og greiddi frá, at ein av uppgávunum hjá starvsfólkunum er at standa landsstýrismanninum í tænastu og at flyta hansara ætlanir út í lívið. Somuleiðis takkaði aðalstjórin vegna starvsfólkið Jacob Vestergaard fyri tíðina og gott samstarv.

Júst fráfarni landsstýrismaðurin flutti fram heilsan og takkaði fyri tíðina, ið farin er.

Nýggi landsstýrismaðurin bar somuleiðis fram heilsan við ynskjum um besta samstarv í tíðum sum koma.