02.06.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Ráðstevna um virðisvøkstur í fiskivinnuni verður 8. juni 2023

Ráðstevna um virðisvøkstur í fiskivinnuni verður 8. juni 2023

Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið. Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni, sum verður á Hotel Føroyum 8. juni 2023, klokkan 09.00-15.00.

Á skránni verða tveir gestarøðarar við drúgvum royndum innan virðisvøkstur. Annar er Margareth Kjerstad úr Noregi, sum er granskingarleiðari á C Food Norway - ein fyritøka, ið framleiðir hágóðskuvørur burtur úr hjávørum, so sum høvd, bein og innvøli. Hin er Sæmundur Elíasson, úr Íslandi, verkætlanarleiðari á Matís – eitt alment partafelag, sum m.a. hevur til endamáls at virka fyri nýskapan og virðisvøkstri í íslendskari matframleiðslu, og á hendan hátt styrkja kappingarførleikan hjá íslendskum útflytarum.

Umframt framløgur úr grannalondum verða fýra framløgur úr føroysku fiskivinnuni.

Gunvør Balle hevur framløgu um eina royndarverkætlan at góðska avlopsvøru úr fiski- og alivinnuni. Eirikur á Húsamørk greiður frá møguleikum at gagnnýta størri part av fiskinum. Unn Laksá leggur fram sjónarmið hjá føroyskum framleiðarum um virðisøking av uppsjóvartilfeinginum. Seinast hevur Elisabeth F. Rasmussen framløgu um marknaðarstøðu, handilssáttmálar og marknaðaratgongd.

Landsstýrismaðurin luttekur á ráðstevnuni og leggur fram síni sjónarmið um evnið.

Umframt útlendskar og føroyskar framløgur verður eisini umrøða og orðaskifti á skránni.

Meira kunning um tilmelding sæst her og skráin sæst her.