10.11.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Røða hjá Dennis Holm, landsstýrismanni, í sambandi við, at Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum 9. nov. 2023

Røða hjá Dennis Holm, landsstýrismanni, í sambandi við, at Dalstunnilin varð skotin ígjøgnum 9. nov. 2023

Góðu áhoyrarar – góðu dalbingar og øll tykur, sum hava tilknýti og alsk til hesa vøkru bygd.

“So close, yet so far from Paradise” sang Elvis Presley í 1965 – og tað er ikki heilt frítt, at eg hugsi tað, tá eg av Smyrli síggi inn á hesa vøkru bygd á leiðini millum Suðuroynna og Havnina.

Tað er ein løgin kensla at síggja eina bygd fleiri ferðir um vikuna, uttan at vitja hana – leiðin gongur altíð framvið – og eg havi í veruleikanum bara verið her nakrar fáar ferðir í lívinum.

Orsøkin er einføld, gott samband við umheimin er í dag lívæðrin – ikki bara hjá útoyggjum við siglandi farleiðum – men eisini hjá smærri bygdum, sum, hóast tær eru tætt við meginøkið, kunnu vera avskornar.

Í modernaða samfelagnum er gott samband – vegir, tunlar, undirsjóvartunlar, brýr og gott ferjusamband – ein so heilt avgerandi partur av trivnaðinum í gerandisdegnum. Gerandisdagurin er hjá teimum flestu skipaður í mun til, at tað er lætt og skjótt at fara – og tá okur velja at seta búgv, so hevur tað stóran týdning, at okur lætt, skjótt og trygt kunnu ferðast til arbeiðis, í skúla, til ítróttar- og mentanartilboð, til almennar tænastur og ikki minst at vitja okkara nærmastu.

Dalur er ein av smáu bygdunum í landinum, har vegasambandið ikki er á sama støði, sum tað í dag er í flestu pørtum av landinum. Okur, sum fyrr koyrdu dagliga um Hovsegg, minnast aftur á tíðina, tá man noyddist um Hovsegg í stormi ella kava á vetrardegi – og tað er ikki heilt frítt, at man bleiv mintur á ta kensluna, tá okur fyri løtu síðani komu eftir vegnum í Dalsbergi.

Øll røðan kann lesast her.

Røða í Dali