20.07.2022 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Samskipanin av tilbúgvingini verður flutt

Samskipanin av tilbúgvingini verður flutt

Í juli 2022 er ein broyting gjørd í málsøkjabýtinum millum landsstýrismenninar, sum merkir, at stovnurin “Arbeiðs- og brunaeftirlitið” frameftir skal umsita uppgávur viðvíkjandi samskipan í tilbúgvingarmálum vegna landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Tað vil siga, at “Arbeiðs- og brunaeftirlitið” fer at hava tilvísing til landsstýrismannin í fiskivinnumálum í málum sum viðvíkja samskipan í tilbúgvingarmálum.