Semja um fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg fyri 2024
Føroyar og Noreg hava 12. desember gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2024.
Samráðingarnar vóru merktar av, at heildarkvoturnar av toski og hýsu í Barentshavinum lækka komandi ár. Tí varð ein niðurskurður gjørdur í kvotunum, sum londini lata hvørjum øðrum.
Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2024 vera 4.345 tons av toski og 980 tons av hýsu, sum er ein lækking á góð 12%. Kvoturnar av upsa og øðrum fiskasløgum vera eins og í 2023 ávikavist 500 tons og 400 tons.
Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2024 vera eisini broyttar. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 400 tonsum til 2.600 tons, og kvotan av brosmu verður 1.300 tons, sum er 200 tons lægri enn í 2023. Kvotan av øðrum fiskasløgum lækkar eisini við 200 tonsum – úr 800 tonsum niður á 600 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður óbroytt 6.600 tons.
Umframt kvoturnar frá Noreg kunnu føroysk skip eisini fiska tosk og hýsu í norskum sjógvi, sum eru fingin til vega í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russland. Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.700 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan sjógv at fiska, sum er ein øking á 450 tons í mun til í 2023. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2024 53.600 tons. Hendan atgongdin var 50.000 tons í 2023.
Føroyar vóru vertir fyri samráðingunum hesaferð, og vóru samráðingarnar hildnar í Tórshavn.