23.11.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Sínámillum samráðingar fyri framman

Sínámillum samráðingar fyri framman

Komandi vikurnar fara Føroyar at hava tær árligu sínámillum samráðingarnar við grannalondini um fiskiveiðirættindi fyri 2017.

Higartil eru samráðingar settar á skrá við Russland, Europeiska Samveldið, Grønland og Noreg. Enn er ikki greitt, nær sínámillum samráðingarnar millum Ísland og Føroyar verða hildnar, av tí at stjórnarsamráðingar fara fram í Íslandi í løtuni. Møguliga verða samráðingarnar hildnar eftir ársskiftið.

Samráðingarnar verða hildnar hesar dagarnar:

  • Russland í døgunum 28. og 29. november í Murmansk
  • Europeiska Samveldið í døgunum 6. og 7. desember í Bruxelles
  • Grønland í døgunum 12. og 13. desember í Keypmannahavn
  • Noreg í døgunum 15. og 16. desember í Oslo

Føroyar hava í løtuni avtalur við allar hesar partar fyri 2016, og miðað verður eftir at gera nýggjar avtalur um fiskiveiðisamstarv fyri 2017, soleiðis at samstarvið við grannalondini kann halda fram.

Fiskimálaráðið stendur fyri samráðingunum við grannalondini um sínámillum fiskiveiðirættindi í 2017.