31.03.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Skaðanevnd setast á stovn í Føroyum

Skaðanevnd setast á stovn í Føroyum

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í nógv ár havt ynski um at fáa eina skaðanevnd setta á stovn í Føroyum, eins og tey hava í okkara grannalondum. Hetta var eisini eitt av høvuðsevnunum á fundi í februar millum Dennis Holm, landsstýrismann í ferðslumálum, og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Eftir fundin er fyrireikingararbeiðið sett í gongd, og játtan er fingin til endamálið. Hetta fegnast landsstýrismaðurin um og vísir á týdningin av einari slíkari nevnd:

“Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava eina skaðanevnd, eins og flestu grannalond okkara hava. Endamálið er at savna inn hagtøl og gera skipaðar kanningar av ferðsluvanlukkum til tess at fyribyrgja aðrar vanlukkur og røkka aðalmálinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd um, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni”.