31.08.2021 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Stongdar leiðir latnar upp ímóti kravi um skiljirist

Stongdar leiðir latnar upp ímóti kravi um skiljirist

Frá 1. september 2021 verða nakrar stongdar leiðir latnar upp fyri trolfiskiskapi, um trolið hevur skiljirist.

Talan er um at lata tvær stongdar leiðir upp (øki T og U), og at lata tvær aðrar leiðir partvís upp (øki d og f). Hetta eru leiðir, har smáur upsi er. Sí tekning niðanfyri, har leiðirnar, sum verða latnar upp, eru litaðar myrkagrønar.

Leiðirnar verða bert latnar upp fyri fiskiskapi við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist samsvarandi serligari kunngerð um skiljirist í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi.

Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá, so bert tann størri fiskurin kemur aftur í trolposan. Kunngerðin er generelt orðað, men hugsað verður serliga um trolfiskiskapin eftir upsa, toski og hýsu.

Samstundis sum nakrar stongdar leiðir verða latnar upp, verður sett krav um brúk av skiljirist í sambandi við allan fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi. Skiljiristin skal sostatt ikki bert brúkast á teimum leiðum, sum fyrr hava verið stongdar. Skiljiristin skal harafturímóti sum útgangsstøði brúkast í øllum fiskiskapi við botntroli í føroyskum sjógvi, tó við nøkrum undantøkum.

Í aðrari kunngerð eru serligar ásetingar um trolfiskiskap eftir blálongu, langasporli, stinglaksi, kongafiski og flatfiski. Fiskiskapurin eftir teimum fiskasløgunum er fevndur av tí kunngerðini og kemur tí ikki undir reglurnar um skiljirist. Kunngerðin fevnir heldur ikki um beinleiðis veiðu eftir gulllaksi, eins og at bólkur 4 T eisini er undantikin kunngerðini. Tey sum eru fevnd av undantøkunum í kunngerðini, sleppa ikki inn á tær leiðir, sum nú verða latnar upp.

Harafturat verða broytingar gjørdar viðvíkjandi kassa B. Kassi B hevur síðan 1994 verið friðaður fyri at verja gýtingarkalvan. Kassi B verður broyttur, so trolfriðaða leiðin verður víðkað nakað og flutt longur norður. Tíðarskeiðið verður frá 1. desember til 1. mars, heldur enn frá 20. januar til 1. mars, tí longu í desember er kalvin komin til gýtingar. Sí tekning niðanfyri, har broytta leið B er litað við ljósagrønum.