10.10.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild fyri 2018

Strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild fyri 2018

Komandi tvær vikurnar verða árligu strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild hildnar í London.

Byrjað verður í dag við samráðingum um makrel og er tað Noreg, ið hevur formansskapin.

Á skránni fyri makrelsamráðingarnar eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2018 eftir, at ICES er komið við sínum tilmæli fyri 2018, eins og at ein roynd verður gjørd at víðka makrelsemjuna millum Føroyar, ES og Noreg frá 2014 til fleiri partar.

Í næstu viku eru svartkjafturin og norðhavssildin á skránni og fara tær samráðingarnar eisini fram í London. Tó undir formansskapi av ávikavist Noregi og Russlandi.

Eins og í makrelinum eru havlívfrøðiligar og tøkniligar framløgur á skrá. Eisini skulu partarnir viðgera mest loyvdu veiðu fyri 2018 eftir, at ICES kom við sínum tilmælum herfyri og at royna at gera nýggjar semjur um býtið millum strandarlondini av ávikavist svartkjafti og norðhavssild.

Luttakandi londini til samráðingarnar eru Føroyar, Evropasamveldi, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.