![Styrkja fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn](https://landsstyri.cdn.fo/savn/15006/brimil-1.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.515,0.4525&rmode=crop&t=876&s=PdGMYIuDDvoKGdPM0XzCkdsmJmw)
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur raðfest fiskiveiðieftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023, sum er lagt fyri Løgtingið.
Í uppskotinum er játtanin til Vørn og fiskiveiðieftirlit hækkað við tveimum milliónum krónum.
Vørn hevur eftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. Stovnurin hevur somuleiðis eftirlit við landingum og umskipingum av veiði í føroyskum havnum.
Ein størri játtan styrkir fiskiveiðieftirlitið. Tað fer at geva rúmari møguleikar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, og fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum.