04.07.2025 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Talgilt koyrikort viðurkent í Føroyum og í Danmark

Talgilt koyrikort viðurkent í Føroyum og í Danmark

Frá 1. juli 2025 kunnu føroyskir bilførarar brúka talgilt koyrikort í Danmark – og danskir bilførarar kunnu á sama hátt brúka talgilt koyrikort í Føroyum.

 

Hetta er úrslit av eini avtalu, sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, og danski samferðslumálaráðharrin, Thomas Danielsen, undirskrivaðu 26. mai í ár.

 

Við hesum stigi hava vit gjørt tað møguligt hjá bilførarum at brúka talgilt koyrikort – óansæð um tú ert í Føroyum ella í Danmark. Vónin er, at hendan avtalan er fyrsta stigið á leiðini til, at føroyskt talgilt koyrikort kann verða góðkent í fleiri ES-londum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Talgilt koyrikort er við hesum javnsett við vanligt koyrikort og kann brúkast sum lógligt prógv at koyra bæði í Føroyum og í Danmark.