29.11.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Tilbúgvingin í Føroyum handað landsstýrismanninum

Tilbúgvingin í Føroyum handað landsstýrismanninum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í tilbúgvingarmálum fekk í dag handað skjalið “Tilbúgvingin í Føroyum”. Skjalið lýsir hvussu tilbúgvingin er uppbygd og lýsir karmarnar um tilbúgvingina í Føroyum á sjónum, í luftini og á landi. Talan er sostatt um eina greiða lýsing av týdningarmestu pørtunum í tilbúgvingini, sum skal brúkast í arbeiðinum støðugt at menna tilbúgvingina.

Tað er ein arbeiðsbólkur, sum í 2013 varð settur av Tilbúgvingarráðnum, sum í dag loksins kundi  handað landsstýrismanninum skjalið. Umframt at lýsa tilbúgvingina, soleiðis hon sær út í dag, eru einstøk tilmæli í skjalinum.

Teir í mannaðu arbeiðsbólkin vóru:

  • Emil Simonsen, VØRN (formaður frá 2013-2016)
  • Andras Marr Poulsen, Fiskimálaráðið (formaður)
  • Jón Klein Olsen, løgreglan
  • Johan Müller, MRCC Tórshavn
  • Jóannes Heimustovu, VØRN
  • Suni Petersen, Umhvørvisstovan
  • Símun J. Hansen, Heilsu- og Innlendismálaráðið
  • Finn Hansen, Kommunufelagið
  • Hannus Petersen, VØRN (skrivari)

Landsstýrismaðurin takkaði arbeiðsbólkinum fyri tað arbeiði luttakararnir høvdu lagt í skjalið og greiddi frá, at hann vildi brúka skjalið, og tilmælini í tí, sum part av grundarlagnum fyri aðalorðaskifti tá tilbúgvingarlógin skal endurskoðast til várs.

Skjalið "Tilbúgvingin í Føroyum" kann lesast her.

(Mynd: Andras Marr Poulsen, Høgni Hoydal, Jón Klein Olsen, Johan Müller og Finn Hansen)