20.06.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Umsóknarfreistin ásett til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli

Umsóknarfreistin ásett til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli

Kunngerðirnar um fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli verða lýstar í næstum. Í tí sambandi verður nú lýst eftir umsóknum.

Norðhavssild

Sambært uppskotinum um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2023 er tøka nøgdin til vinnuligar fiskiroyndir ásett til 3.000 tons.

Umsóknarfreistin til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild er sett til mánadagin 3. juli 2023 kl. 12.00.

Umsóknarblað fæst her.

Makrelur

Sambært uppskotinum um fiskiskapin eftir makreli í 2023 er tøka nøgdin til vinnuligar fiskiroyndir ásett til 1.800 tons.

Umsóknarfreistin til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli er sett til mánadagin 3. juli 2023 kl. 12.00.

Umsóknarblað fæst her.