01.06.2023 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Umsóknarfreistin longd til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli

Umsóknarfreistin longd til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli

Sambært galdandi kunngerð um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2023 er umsóknarfreistin at søkja um kvotu til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild ásett til kl. 16.00, fríggjadagin, 2. juni 2023.

Fyri makrel er freistin ásett til kl. 16, fríggjadagin, 16. juni 2023.

Uppskot um at gera broytingar í kunngerðunum um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli eru send til ummælis.

Sambært hesum uppskotum verða tøku kvoturnar broyttar. Tí er avgerð tikin um at útseta umsóknarfreistina til eftir, at nýggju kunngerðirnar eru lýstar.

Nýggjar umsóknarfreistir fyri at søkja um kvotu til vinnuligar fiskiroyndir verða ásettar skjótast gjørligt eftir, at kunngerðirnar eru lýstar.