31.05.2022 · Fiskimálaráðið

Umsóknarfreistin útsett fyri vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli og norðhavssild

Umsóknarfreistin útsett fyri vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli og norðhavssild

Í galdandi kunngerðum fyri makrel og norðhavssild er ásett, at umsóknarfreistirnar eru ávikavist 18. juni 2022 og 3. juni 2022.

Av tí, at endaligu kvoturnar ikki eru ásettar, er neyðugt at dagføra kunngerðirnar, tá hesar eru endaliga ásettar. Tí er avgerð tikin um at bíða við at lýsa eftir verkætlanum til vinnuligar fiskiroyndir eftir makreli og norðhavssild, til kvoturnar eru endaliga ásettar.

Nýggja tíðarfreistin fyri umsóknum verður ásett í dagførdu kunngerðunum. Skjótast gjørligt eftir, at kunngerðirnar eru lýstar, verður søkt eftir verkætlanum.