15.08.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppboðssøla 2017

Uppboðssøla 2017

Samandráttur av sølufráboðanum.

Sum áður kunngjørt selur Fiskimálaráðið aftur veiðirættindi í 2017. Í ár verða seld rættindi at veiða 53.000 tons av norðhavssild, 54.594 tons av svartkjafti, 10.894 tons av makreli, 2.213 av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum.

Uppboðssølurnar verða í fimm vikur við einari viku har eingin uppboðssøla er. Hvørja viku verður opin uppboðssøla á Fiskamarknaði Føroya týsdag, meðan Vørn tekur sær av afturlatnu uppboðssølunum hósdag:

  1. Týsdagin 22. august verður opin uppboðssøla: 1.106 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum umframt uppboðssøla av 5.447 tons av makreli. Hósdagin 24. august verður afturlatin uppboðssøla: 1.107 tons av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum og 614 tons av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum umframt uppboðssøla av 5.447 tons av makreli.
  2. Týsdagin 29. august verður opin uppboðssøla: 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. Hósdagin 31. august verður afturlatin uppboðssøla: 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild.
  3. Týsdagin 12. september verður opin uppboðssøla: 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. Hósdagin 14. september verður afturlatin uppboðssøla: 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild.
  4. Týsdagin 19. september verður opin uppboðssøla: 9.297 tons av svartkjafti og 8.500 tons av norðhavssild. Hósdagin 21. september verður afturlatin uppboðssøla: 9.297 tons av svartkjafti og 8.500 tons av norðhavssild.

Fleiri upplýsingar um uppboðssølurnar 2017 fáast við at venda sær til Fiskamarknað Føroya og Vørn.