11.07.2016 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppboðssøla av kvotu í russiska partinum av Barentshavinum

Uppboðssøla av kvotu í russiska partinum av Barentshavinum

Í dag seldi Fiskamarknaðurin 1.200 tons av kvotu í russiska partinum av Barentshavinum fyri kr. 3.576.000. Hetta svarar til ein miðalprís á 2,98 kr/kg.

Tríggir skrásettir boðgevarar, luttóku í uppboðssøluni og ein keypari (P/f J.F.K. Trol) vann øll boðini.

Tey 1.200 tonsini vóru seld í 24 linjum, ið vóru millum 25 og 100 tons. Dýrasta linjan var seld fyri kr. 5,60 og bíligasta linjan var seld fyri kr. 1,50, ið var minstaprísurin landsstýrismaðurin ásetti.

Yvirlit yvir søluna kann síggjast her.