01.05.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppboðssøla av veiðirættindum 2018 - afturlatin

Uppboðssøla av veiðirættindum 2018 - afturlatin

Fyrsta og onnur afturlatna uppboðssølan av veiðirættindum verða avgreiddar 6. og 13. juni 2018.

Kunngerðin, ið ásetir, hvussu uppboðssølan av veiðirættindum verður skipað í 2018, er lýst, sí kunngerð nr. 32 frá 17. apríl 2018.

Ein broyting í mun til 2017 er, at sølan í 2018 fevnir um 3 sløg av rættindum, 1, 3 og 8 ára rættindi.

Tann 6. juni verður søla av fylgjandi rættindum avgreidd.

- Svartkjaftur 1 ára rættindi:18.169 tons
- Svartkjaftur 3 ára rættindi:7.000 tons
- Svartkjaftur 8 ára rættindi:14.000 tons


Seinasta freist at lata boð inn til hesa søluna er 6. juni kl. 12.00.

----

Tann 13. juni verður sølan av hesum rættindum avgreidd:

- Botnfiskur (Norra) 1 ára rættindi:

874 tons

- Botnfiskur (Russland) 1 ára rættindi:

2.655 tons

- Botnfiskur (Svalbard) 1 ára rættindi:

336 tons

- Botnfiskur (Russland) 3 ára rættindi:

227 tons

- Botnfiskur (Norra) 8 ára rættindi:

224 tons

- Botnfiskur (Russland) 8 ára rættindi:

453 tons


Seinasta freist at lata boð inn til hesa søluna er 13. juni kl. 12.00.

Í samband við uppboðssøluna verður mint á § 3, stk. 3 í kunngerðini, ið ásetir fylgjandi: “Persónur ella felag, ið ætlar at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skal lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn. Millum annað skal skjalprógvast, at persónar ella feløg lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.”

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vørn www.vorn.fo.

Fiskimálaráðið kunnar í næstum um sølurnar av veiðirættindum av makreli og norðhavssild.