11.05.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppboðssøla av veiðirættindum av makreli og norðhavssild í 2018

Uppboðssøla av veiðirættindum av makreli og norðhavssild í 2018

Sølan av veiðirættindum til makrel og norðhavssild verður í juni mánaði.

Rættindi at veiða 5.000 tons av norðhavssild verða seld á opnari uppboðssølu, sum Fiskamarknaður Føroya stendur fyri.

Rættindi at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli verða seld á afturlatnari uppboðssølu, sum Vørn stendur fyri.

Kunngerðin, ið ásetir, hvussu uppboðssølan av veiðirættindum verður skipað í 2018 er kunngerð nr. 32 frá 17. apríl 2018.

Ein broyting í mun til 2017 er, at sølan í 2018 fevnir um 3 sløg av rættindum. 1, 3 og 8-ára rættindi.

Tann 18. juni verður fylgjandi søla avgreidd sum opin uppboðssøla:

  • Norðhavssild 1-ára rættindi: 5.000 tons (øki: Føroyar/Ísland/NEAFC)

Tann 20. juni verður fylgjandi søla avgreidd sum afturlatin uppboðssøla:

  • Norðhavssild 1-ára rættindi: 5.150 tons (øki: Føroyar/Ísland/NEAFC)
  • Norðhavssild 3-ára rættindi: 780 tons (øki: Føroyar/Ísland/NEAFC)
  • Norðhavssild 8-ára rættindi: 1.560 tons (øki: Føroyar/Ísland/NEAFC)

Seinasta freist at lata boð inn til hesa søluna er 20. juni kl. 12.00.

Tann 27. juni verður fylgjandi søla avgreidd sum afturlatin uppboðssøla:

  • Makrelur 1-ára rættindi: 4.226 tons (øki: Føroyar/ES/NEAFC)
  • Makrelur 1-ára rættindi: 4.057 tons (øki: Føroyar/Noreg/NEAFC)
  • Makrelur 3-ára rættindi: 873 tons (øki: Føroyar/Noreg/NEAFC)
  • Makrelur 8-ára rættindi: 1.745 tons (øki: Føroyar/NEAFC)

Seinasta freist at lata boð inn til hesa søluna er 27. juni kl. 12.00.

Í sambandi við uppboðssøluna verður mint á § 3, stk. 3 í kunngerðini, ið ásetir fylgjandi: “Persónur ella felag, ið ætlar at bjóða upp á rættindi á uppboðssølu, skal lata skjalprógv inn í seinasta lagi 3 vikur, áðrenn uppboðssøla verður hildin, ella boð skulu latast inn. Millum annað skal skjalprógvast, at persónar ella feløg lúka treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini.”

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vørn www.vorn.fo.

Serstakar upplýsingar um opna uppboðssølu fáast á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroyar www.fmf.fo