18.04.2018 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppboðssøla av veiðirættindum í 2018 - opin

Uppboðssøla av veiðirættindum í 2018 - opin

Fyrsta sølan av veiðirættindum í 2018 verður 26. apríl. Tá verða 25.000 tons av rættindum at veiða svartkjaft seld á opnari uppboðssølu.

Kunngerðin, ið ásetir, hvussu uppboðssølan av veiðirættindum verður skipað í 2018, er nú lýst.

Ein broyting í mun til 2017 er, at sølan í 2018 fevnir um 3 sløg av rættindum, 1, 3 og 8 ára rættindi.

Leisturin fyri sjálvari søluni verður á leið tann sami sum í 2016 og 2017. Sølan verður skipað um tveir søluhættir: Opin uppboðssøla, sum Fiskamarknaður Føroya skal standa fyri og afturlatin uppboðssøla, sum Vørn skal standa fyri.

Størra helvtin av rættindum at veiða svartkjaft og minna helvtin av norðhavssild verða boðin út á opnari uppboðssølu, roknað í tonsum. Rættindi at veiða botnfisk, makrel og restina av svartkjafti og norðhavssild verða boðin út á afturlatnu uppboðssølu.

Samlaða nøgdin av rættindum, ið verða boðin út, eru: Botnfiskur, 4.769 tons, svartkjaftur, 89.169 tons, makrelur, 10.916 tons og norðhavssild, 12.490 tons.

Botnfiskurin er í høvuðsheitum toskur, men eitt ávíst lutfall er hýsa og onnur fiskasløg. Rættindini at veiða fevna um trý øki: Barentshavið (russiski parturin) 3.335 tons. Barentshavið (norski parturin) 1.098 tons og Svalbard 336 tons.

Fyrstu sølurnar í 2018 verða skipaðar av Fiskamarknaði Føroya við opnari uppboðssølu. Sølurnar fevna um 1 ára rættindi at veiða svartkjaft.

Tann 26. apríl 2018 verða seld 25.000 tons av svartkjafti. Sølulinjurnar síggjast her.

Tann 2. mai 2018 verða seld 25.000 tons av svartkjafti. Sølulinjurnar síggjast her.

Nærri upplýsingar um sølurnar fáast frá Fiskamarknaði Føroya, www.fmf.fo, og frá Vørn, www.vorn.fo.

Fiskimálaráðið kunnar í næstum um, nær sølurnar av hinum rættindunum verða.