16.09.2020 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Uppskot um at broyta sjófeingislógina sent til hoyringar

Uppskot um at broyta sjófeingislógina sent til hoyringar

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur sent uppskot um broytingar í sjófeingislógini til hoyringar.

Ein av høvuðsbroytingunum er, at frameftir verður tað landsstýrismaðurin, sum ásetir árligu fiskidagarnar. Higartil hevur tað verið Løgtingið, sum hevur ásett dagarnar við lóg.

Landsstýrið boðaði í fjørheyst frá, at ætlanin er at broyta mannagongdina, tá fiskidagar skulu ásetast. Uppskotið lagar lógina til hesar ætlanir og gevur landsstýrismanninum neyðugu heimildirnar at fyrisita fiskidagaskipanina í føroyskum sjógvi við kunngerð.

Samgongan er samd um, at tá landsstýrismaðurin ásetir fiskidagar, skal tað gerast eftir eini serligari umsitingarætlan. Grundarlagið undir hesi ætlan verður tað uppskot, sum ein arbeiðsbólkur lat landsstýrismanninum í mai í fjør.

Ein onnur broyting í uppskotinum er liður í ætlanini um at taka opnar, føroyskt bygdar, bátar úr bólki 5 í fiskidagaskipanini og at skipa teir í ein nýggjan bólk fyri seg.

Eftir sjófeingislógini skal landsstýrismaðurin á hvørjum ári leggja uppskot fyri Løgtingið um gildistíðina á veiðirættindunum. Uppskotið, sum nú er sent til hoyringar, leingir gildistíðina við einum ári, t.e. til 1. januar 2033.

Lógaruppskotið sæst undir uppskot til ummælis.