18.08.2017 · Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Viðurkenning frá Tvøroyrar Kommunu

Viðurkenning frá Tvøroyrar Kommunu

Í síðstu viku, handaði varaborgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Anita Vibergsdóttur, Fiskimálaráðnum viðurkenning, sum tøkk fyri hjálpina í samband við stóra eldsbrunan á Varðanum Pelagic fríggjdagin tann 9. juni 2017.

Tvøroyrar Kommuna ynskti við hesum at takka samskiparanum í tilbúgvingarmálum fyri hansara lut í átakinum.

Til handanina varð Tvøroyrar Kommuna umboðað av Anitu Vibergsdóttir, varaborgarstjóra, og Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra.

Í samband við handanina umrøddu landsstýrismaðurin og umboðini fyri Tvøroyrar Kommunu leysliga ymiskt viðvíkjandi hendingini.

Anita Vibergsdóttir segði at Tvøroyrar kommuna og øll tvøráfólk vóru ómetaliga takksom fyri hjálpina tey høvdu fingið frá, øðrum kommunum, privatum og landsmyndugleikum.

Tosað varð um týdningin av góðum samstarvi og samskifti millum lands- og kommunalar myndugleikar eins og millum myndugleikar og privata geiran av samfelagnum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari tóku ímóti viðurkenningini.

Mynd: Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari. Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri. Høgni Hoydal, landsstýrismaður